Hóast líkindini eru fín at lenda í kvøld, so er leiguflogfarið hjá RFS ongantíð farið úr Riga.
Nú er greitt, at flogfarið kemur ikki til Føroyar fyrr enn hósmorgunin. Flogfarið er ongantíð farið úr Riga, hóast líkindini at lenda eru fín í kvøld, har m.a. leiguflogfarið hjá Fc Honka er lent.
UEFA skal nú taka støðu til, um dysturin skal spælast eftir ætlan hóskvøldið ella um hann skal flytast til fríggjakvøldið.


