Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur vann við góðari bátslongd í Miðvági

Jákup Ósá

Munurin millum Klaksvíking og hinar minkar ikki fyribils.

Hóast tvær vikur vóru síðani síðstu stevnu, so broyttist gongdin ikki stórvegis hjá 10-mannaførum. Klaksvíkingur koyrdi enn ein tryggan sigur heim og vann við góðari bátslongd aftur til Ormin Langa.

Klaksvíkingur hevur vunnið allar róðrarnar higartil í ár og hevur nærum tryggjað sær meistaraheitið. Men tveir týdningarmiklir róðrar er eftir í royndini at fáa fult stigatal. Tann á heimasjógvi í Klaksvík og síðani ólavsøkuróðurin.

 

Hinir bátarnir hjá KRF

Hetta var einasti sigurin hjá KRF í Miðvági, har barnaróðrarnir blivu útsettir til sunnudagin. Men fleiri heiðursmerkir komu til KRF. Fípan Fagra við dreingjum endaði á 2. plássi og tað sama gjørdu kvinnurnar á Teklu, sum fingu sítt besta úrslit í ár. Hjá gentum endaði Fípan Fagra somuleiðis á 2. plássi.

 

Myndir: KVF (Skíggjamyndir)