Mánadagin 2. august skipar BankNordik fyri ókeypis kunnandi tiltaki í Biskopstøgarði í Klaksvík. Tiltakið er ætlað teimum, sum skulu niður at lesa og vilja hava praktiska kunning í sambandi við flytingina.
Á tiltakinum fara lesandi m.a. at greiða frá teirra sosialu upplivingum og lestrarlívi, umboð frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark og Vegleiðing- arstovuni fara at geva nøkur góð ráð um, hvussu tey ungu á bestan hátt kunnu fyrireika seg áðrenn flytingina, og BankNordik fer at tosa um tann fíggjarliga partin av flytingini. Á tiltakinum verður eisini møguleiki at seta luttakarunum spurningar.
BankNordik bjóðar sandwich og djús og eisini verður livandi tónleikur við Heiðriki og Leu.
Hvør luttekur?
– Vegleiðingarstovan/Talgildu Føroyar
– Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
– Føroyskir útisetar á løgfrøði
– Føroysk læknalesandi í Szczecin
– BankNordik
Meira kunning og tilmelding er á www.banknordik.fo/uttanlands



