Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Settu upp hjá Nólsoyar Páll

Tekst og myndir: Dávur Winther

Í morgun settu tveir eldri menn upp á Nólsoyar Pálsgarðinum. Teir høvdu gingið víða og leitað eftir einum fiskahandli, uttan at finna nakaran.

Archibald bjóðaði teimum innum og so fór prátið í gongd. Hetta vísti seg at vera tveir av manningini hjá Oosterschelde, sum liggur á Klaksvík í dag afturat.

 

Annar kallaðist Frits, og legði hann herðslu á, at hann ikki kom frá Týsklandi, men frá Hálandi! Teir vóra sera áhugaðir í søguni um Nólsoyar Páll og annars at hoyra um, hvussu hús hansara varð endurbygt at kalla á sama stað, sum tað upprunaliga.

 

Vit fóru at fregnast um ikki mundi bera til at fáa hendur á fiski. Tá vísti tað seg, at sjálvur hálendski sendiharrin – okkara egni Hanus Hansen hevði verið umborð í gjárkvøldið og boðið nakrar av manningini ein rundtúr í Klaksvík í dag. Dagurin var so endaður við, at teir vórðu meir enn væl leskaðir við heimsins besta fiski frá Hanus.

 

Vit greiddu Frits og vinmanninum frá, at hetta var ikki bara so hissini fiskur, ið talan var um, tí hann verður  m.a. framleiddur til Marks & Spencer, sum er ein ógvuliga kræsin keypari. Jú, tað vistu teir alt um og spílaðu eyguni.

 

Vit vórðu bodnir umborð at síggja trýmastraðu skonnartina, sum er ógvuliga væl hildin og umbygd til eitt marglætis skip við stórari seglføring. Mastrarnar nú eru longri enn upprunliga, tá ið skonnartin ferðaðist víða um í Europa við og eftir farmi – eisini úr Skandinavia.

 

Niðriundir var ein stór salon við klaveri, bar og brenniovni. Øll segl verða sett við handakraft, bert akkerið verður hálað upp við spæli. Maskinan er ein 450 hk John Deere, sum eisini eru kendir frá traktorum. Eisini høvdu teir ein ljósmotor, sum m.a. dreiv ein vatngerara, ið var rættiliga framkomin við mekaniskum og UV-filtrum. Alt umborð var sera væl hildið.

 

Ein sera snotilig bók er gjørd um Oosterschelde og tær leiðir, hon og líknandi skipa hava siglt í síni tíð – eisini víst í kortum og myndum. Siglingin var fyri tað mesta við farmi. Men portogisar og spaniumenn nýttu líknandi skip úr stáli til fiskiskap við dorum. Eisini millum føroysk skip í síni tíð heilt uppi við Grønland.

 

Frits greiddi frá, at Oosterschelde hevði ein stuðulsgrunn, sum hjálpur til við rakstrinum av skonnartini. Tá ið teir – fleiri eldri, sum vóru við og áður høvdu siglt við seglbáti, kostaði tað teimum um kr. 600,- um dagin at sigla við. (80 €)

 

Teir lótu væl at blíðskapinum í Klaksvík og halda leiðina fram í morgin.