Í dag var almenn móttøka í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF)
KRF hevði í ár sítt helst besta kappingarár nakrantíð. Manningarnar vóru nógvar og tær flestu royndu eisini at vinna nakrar stevnur. Tríggjar manningar vunnu FM. Forkvinnan í Klaksvíkar Róðrarfelag bjóðaði vælkomin og forkvinnan í mentanannevnd Klaksvíkar Býráðs, Jóhanna Christiansen segði nøkur orð og handaði manningunum á vinnandi bátunum ein gávukekk.
Føroyameistarar:
Sævarmoy barnaróður dreingir
Fípan Fagra dreingir
Klasvíkingur
Harafturat vunnu hesir bátar minst tvær stevnur:
Sævarmoy barnaróður gentur
Fípan Fagra gentur
Páll Fangi menn
Niðanfyri er myndarøða frá móttøkuni í dag, har Klaksvíkar kommuna eisini handaði gávur fyri flottu úrslitini.




























































