Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Soleiðis liggja komandi dystirnir hjá KÍ

Jákup Ósá

KÍ byrjar aftur í landskappingini mánakvøldið. Síðani væntast dystir at blíva fluttir.

Mánakvøldið kl. 19.00 tekur EB/Streymur ímóti KÍ á Eiði. Síðani skal KÍ eftir skránni spæla fríggjakvøldið 6. august toppdyst móti Víkingi, tá Summarfestivalur av røttum skuldi vera. Men sum skilst er møguleiki fyri, at tann dysturin verður fluttur til sunnudagin 8. august kl. 15.00. 14. august eigur KÍ útidyst móti HB, men tann dysturin má flytast, tí HB spælir seinna dystin í Conference League 12. august. Og 18. august spælir HB útsettan dyst móti B36. Tí er ein møguleiki fyri, at tveir dystir móti HB í Havn koma at vera hangandi til seint út á kappingarárið.