Fólk hava gingið nógv aftur og fram á bátatreffinum í dag.
Veðrið hevur rættiliga spælt væl við og fólk hava hugnað sær.
Rógvi Sigurðsson sang og spældi frálíka væl ljómandi contrytónleik við teltið.
Inni í teltinum stóðu Anskar Hansen og Janus á Tjaldrarfløtti og stoyktu pylsur og búffar, sum vórðu latnar teimum vitjandi ókeypis.
Fyrireikararnir eru stak væl nøgdir og takka mongu stuðlunum hjartaliga.
Myndirnar tala.







































