Ríkmaðurin, Niklas Nikolajsen, varð sera hugtikin av málningalistini hjá Eydnu Steinberg, tá ið hann í seinastu viku vitjaði á Viðareiði.
Serliga gjørdist hann hugtikin av lundunum hjá Eydnu, og tað var skjótt, at hann bílegði ein málning frá henni.
Leygardagin handaði listakvinnan Niklasi vakra málningin av lundunum.
Eydna fegnast um, at ein av hennara málningum skjótt fer at hanga á einum stórum slotti í Sveis.
Niklas hevur givið málninginum navnið, Love Birds.



