Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bókasavnið málað

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í nøkur ár hevur Klaksvíkar Bókasavn fingið ymsar ábøtur.

 

Takið varð skift fyrr í vár, sum kostaði kr. 700.000,- Eisini eru útveggirnir bjálvaðir, klæddir og nú málaðir og kostar hesi arbeiði um kr. 450.000,-.

Tað er Edward Fuglø, listamaður, sum hevur litsett vindeyguni og klædningin.

Bókasavnið er gamla klædnabúðin hjá Kjølbro, sum á mannamunni eisini varð kallað Magasin. Klædnabúðin læt upp til jóla í 1955 og var eftir tátíðar meti ein rættiliga framkomin klædnahandil – bæði til menn og kvinnur.

Tá ið Fríðrikur kong var í Klaksvík í juli 1959 fór hann saman við Kjølbro inn í klædnabúðina at hyggja seg um. Tá ið teir komu útaftur, hevði Kjølbro ein riddarakross á bringuni.

So tað er helst ikki undarligt, at ein riddari, Edward Fuglø sleppur at litseta núverandi bókasavn á hesum staði.