Mytan um at KÍ hevur framíhjárættindi fram um onnur feløg til stórar sponsoravtalur er veruleikafjar vísa grannskoðaðu roknskapirnur hjá trimum av fremstu feløgunum í Betrideildini.
Sambært almennu roknskapunum (2020) hjá fótbóltsfeløgunum, ið eru almannakunngjørdir á heimasíðuni hjá Fótbóltsambandinum, eru stuðulsinntøkurnar hjá KÍ 2020 á nøkunlunda sama støði, sum tær vóru fyri 10 til 15 árum síðan. Hinvegin stavar stóri vøksturin í inntøkum hjá KÍ seinastu árini frá fótbóltsligu úrslitinum, sum felagið hevur spælt seg til í Evropa har felagið í fjør fekk heilar 12,8 mió. kr. frá UEFA.
Um vit samanbera KÍ, HB og Víking, so er tað í hesum báðum seinru feløgunum at størstu sponsor avtalurnar tykjast at liggja. M.a. fekk HB eina hálva millión kr. frá størsta stuðlinum, meðan størsti stuðulin hjá KÍ var kr. 300.000,-.
Víkingur upplýsir ikki høvuðsstuðulin í roknskapinum fyri 2020.
Av hesum trimum feløgum er HB einasta felag, sum hevur skuld til peningastovnar – heilar 3,1 mió. kr. so samanumtikið er atgongdin til góðar stuðlar rættiliga avgerandi fyri at havnamenn í Gundadali kunnu luttaka í fremstu deildini.




