Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Enn ein varði til ein spennandi miðbý

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Tað sera gleðiligt at standa her í dag, har ein av spennandi hornasteinunum fyri fjølbroyttum lívi her í býnum letur dyrnar upp. Og vit muga beinanvegin staðfesta, at tað hevur verið ein ikki minni spennandi tilgongd at arbeiða saman við hesum fólkum, sum nú við áræði og positivum anda fylla hesi hølini í veghæddini við Biskupstorg og bjóða øllum gestum vælkomnum.

Soleiðis tók Ósbjørn Jacobsen, arkitektur m.a. til í røðu síni á Torignum í dag, tá ið skipað var fyri móttøku í sambandi við, at handilshølini í miðbýnum lótu upp í niðastu hædd á Biskupstorgi.

Ósbjørn var í 2012 við til at vinna altjóða arkitektakapping um miðbýin í Klaksvík. Tað komu ikki færri enn 154 anonym uppskot inn til nýggjan miðbý, og vóru tey úr at kalla øllum avkrókum í heiminum.

Í ár eru 10 ár síðani Klaksvíkar kommuna fór undir fyrireikingar at skapa ein framtíðar miðbý í Klaksvík. Higartil hava tað verið ymiskir størri varðar á leiðini og hetta, at niðasta hædd á Biskupstorgi letur upp, er veruliga ein av størru varðunum, ið skula til fyri at fáa ætlanirnar um ein framtíðar miðbý framdar, segði Ósbjørn Jacobsen, arkitektur m.a. í røðu síni, sum vit endurgeva niðanfyri:

Sum sagt, so eru tað 10 ár síðani kommunan fór undir at fyrireika eina altjóða arkitektakapping um nýggjan miðbý. Fyrst í 2012 bleiv so ein opin arkitektakapping útskrivað. Tað má sigast at vera sera ambitiøst og framsøkið í Føroyskum høpi, og var tað á fyrstu sinni at ein kapping hevur verið útskrivað á henda hátt á Føroyum. Aðrar kappingar hava verið, t.d. fyri nøkrum árum síðani í Miðbýnum í Havn, men tær hava verið fyri einum avmarkaðum skara av luttakarum, og ofta hevur eitt lokalt tilknýti verið ein treyt.

Á vári 2012 kundi staðfestast at heili 154 anonym uppskot til nýggjan miðbý í Klaksvík vóru komin inn úr at kalla øllum avkrókum í heiminum. Vit vóru so heppin at vera útnevnd til vinnara av kappingini. Tó skal sigast at føroyingar vóru sera væl umboðaðir í fleiri av teimum uppskotum, sum fingu viðurslønir, hóast føroysk toymir umboðaðu ein pinkalítlan part av innkomnu uppskotunum.

Eitt stuttligt og týdningarmikið í tilgongdini hevur verið, at hóast ‘bert’ 10 ár eru liðin síðan, fyrireikingarnar til ætlanina fóru í gongd, so hava vit havt tríggjar borgarstjórar og trý ymisk býráð, sum sera jaliga hava arbeitt og brent fyri at skapa ein vælvirkandi framtíðar miðbý í Klaksvík.

Í fyrstani sat Gunnvá við Keldu við róðrið, síðan undir víðari planlegging og fremjing av teim fyrstu arbeiðunum hevur Jógvan Skorheim sitið fyri borðendan og nú í seinastuni hevur Karl H. Johansen havt stýringina saman við býráðið og umsiting.

Hettar við at hava ein kontinuitet og felags stavnhald í politisku og umsitingarligu skipanini, sum røkkur meira ein 4 ár fram, er sera umráðandi, tá ið talan er um ætlanir av hesum slagi, sum skulu mennast og fremjast yvir fleiri ára tíggju. 

Um vit hyggja at fyrstu ætlanunum, sum vóru lægdar fyri 10 árum síðani, so er tað gleðiligt at síggja at fremjing av ætlanunum á flestu økjum eru væl við í mun til fyrstu yvirskipaðu tíðarætlanirnar.

Av varðum á leiðini hettar seinasta 10-ára skeiðið, kunnu nevnast:

• Samtyktin í Býráðnum um at fara undir tilgongdina at skapa ein framtíðar miðbý

• Arkitektakappingin har fyrstu ítøkiligu ætlanirnar vóru festar á blað

• Tá ið farið var undir at byggja 30 íbúðir á fyllingini, sum er hesin bygningurin vit standa í nú

• Tá ið Bank Nordik flutti oman í Miðbýin

• Tá ið innasti partur av kanalini her vestanfyri og sjálvt Biskupstorgið við skoytubreyt beint uttanfyri varð gjørt

• Gongd varð sett á at byggja nýtt Mentanarhús

• Tá ið farið var undir fyrireikingar til nýtt Kappróðrarneyst, sum verður bygt nú í næstum her beint norðanfyri

• Og so stóri dagurin í dag, tá ið almenna niðast hædd við Biskupstorgi verður latin upp fyri almenninginum

Støddin á hesum seinasta varða, skal als ikki undirmetast. Frá fyrsta degi hevur størsta ambitiónin við miðbýnum verið at skapa ymiskleika, tað vil siga at skapa ein fjølbroyttan bý, sum er fyri øll, og sum er karmur um lív – ein býur har so stór fjøld av fólki sum gjørligt hava sína gongd ella ørindi.

Hesi viðurskifti hava alstóran týdning fyri ein vælvirkandi bý. Í størri samfeløgum, við munandi størri fólkagrundarlagið, er tað gjørligt at skapa vælvirkandi og livandi býarumhvørvi, sum eru tematiseraði, tað vil siga í einum býarparti er ‘bert’ mentan, øðrum handilsøkið, náttarlív, søguligir býarpartar, íbúðarøkir og so framvegis.

Hesin háttur at skapa ein vælvirkandi og livandi bý, er sera trupul í Føroyum, serliga er fólkagrundarlagið ein stór avbjóðing. Tí hava vit frá byrjan arbeitt við at royna at skapa ein miðbý, sum inniheldur so nógv ymiskt sum gjørligt, fyri at skapa fjølbroytt lív, og sum sagt, fyri at so nógv fólk sum gjørligt skula hava sína gongd í býnum, ella javnan hava ørindi her.

Sjálvandi er langt á mál, men nevnast kann longu nú, at nógv ymiskt er framt í miðbýnum, sum stuðlar uppundir yvirskipaðu ætlanirnar, eg fyrr nevndi. Vit hava fingið fyrstu almennu uttandura uppihaldsøkini, vit hava fingið íbúðir, vit hava fingið banka og mentanarhús, kappróðrarneyst, hotell og annað er eisini ávegis.

Tí er tað sera gleðiligt at standa her í dag, har ein av sera spennandi hornasteinunum fyri fjølbroyttum lívið her í býnum letur dyrnar upp. Og vit muga beinanvegin staðfesta, at tað hevur verið ein sera spennandi tilgongd at arbeitt saman við hesum fólkum, sum nú við áræði og positivum anda fylla hesi hølini í veghæddini við Biskupstorg og bjóða øllum gestum vælkomnum.

Eg haldi at eg kann siga fyri øll, sum hava arbeitt við hesi ætlan seinastu 10 árini, at hóast tilgongdin við hesi hæddini hevur verið avbjóðandi til tíðir og á onkrum økjum eitt sindur drúgvari, enn fleiri vildu ynskt, so er man sera fegin um hesa samanseting av funktiónum. Eisini tað áræði millum tey fólk, sum standa aftanfyri. Og vit vilja ynskja tykkum góða eydnu við tykkara virksemi, men eisini við tykkara sera spennandi ætlanum um at skapa felags tiltøk og lív bæði inni og uttanfyri á Biskupstorgið í framtíðini, tað er júst tað, ið býurin millum annað er ætlaður til.

Um tit megna alt hettar, so gevur tað vón um eitt smittandi og eggjandi býarumhvørvið fyri øll, har tú kanst; búgva, skoyta, rógva, keypa, eta og drekka, fara til mentanartiltøk, fara á møti og í kirkju, luttaka í ráðstevnum, fara í skúla, taka bussin – ella bara spáka, hittast og njóta góðveðursdagarnar á torginum og framvið sjóvarmálanum, í lívd av vindi og bilum.

At enda vilja vit sjálvandi fegin takka øllum teimum, sum hava verið við til liðugtgerð av hæddini, eisini takka øllum teimum dugnaligu arbeiðstakarum, Rebus timbur og snikkaraarbeiði, Magni Jacobsen málarameistara, Richard Sørensen múrara, Victor á Lakjuni HVS arbeiði, TTS el-arbeiði, Klima automatiónsarbeiði, Systemlyklar, Kone, Grundvask og PBC sum HVS og ventilatiónsráðgeva – Stóra takk fyri ein góðan innsats!

Eg fari at enda við at ynskja tykkum á Torginum allar bestu eydnu, við vón um at øll á ein jaligan hátt taka undir við tykkara visjónum fyri hettar stað.

 

Takk fyri.