Í gjár skoraði KÍ-miðverjin sítt triðja mál hetta kappingarárið.
Odmar Færø skoraði til 2-0 í Gundadali í gjár og hetta var hansara triðja mál í landskappingini. Eingin miðverji hevur skorað so nógv mál hetta kappingarárið. Odmar var eisini ein av málskjúttunum í Evropa Conference League í summar.
Sunnudagin spælir KÍ á heimavølli móti TB.



