Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Forvitnislig framsýning av myndaveving á Spinnarínum

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Í morgin, leygardagin kl. 13, verður fernisering á Spinnarínum í samband við at ein forvitnislig framsýning av vevlist letur upp.

Ein av fyrireikarunum, Birgith Jacobsen sigur við Norðlýsið, at framsýningin verður opin frá kl. 13.00 morgin, leygardagin 21. august til 5. september.

Í samband við framsýningina hava fyrireikararnir eisini skipað fyri undirvísing  í veving. Undirvísingin verður í Miðstovuni á Norðoya Fornminnasavni. Birgith Jacobsen sigur, at áhugaði eru vælkomin at vitja inn á gólvið ímeðan skeiðið er. Skeiðið er fullteknað. Dina Hedegaard Nielsen frá Háskúlanum í Rødding stendur fyri undirvísingini. Skeiðið tekur fýra dagar nevnildiga 28, og 29. august og 30. og 31. august. Undirvíst verður frá kl. 09 til 12.00 og frá 13.00 til 15.00.

Framsýningin á Spinnarínum er opin frá kl. 11.00 til kl. 15.00 yrkadagar, sunnudagar frá 13.00 til 18.00.

Øll eru vælkomin til ferniseringina ímorgin, leygardagin kl. 13. Harafturat eru áhugað vælkomin at støkka inn á gólvið í miðstovuni at lurta ímeðan skeiðið koyrir. Á skeiðnum var bert pláss fyri 10 næmingum og tað er fult teknað.