Sum væntað bleiv sera stórur munur á liðunum, tá oddaliðið KÍ fekk vitjan av TB.
Fyrstu 20 minuttirnar bendi annars einki á nakran stórsigur, men so setti KÍ ferðina upp og áðrenn hálvleik stóð 5-0. Í seinna hálvleiki luktaði mangan brent hjá heimaliðnum og fleiri leikarar royndu at koma á máltalvuna. Tað komu tvey mál, og sostatt endaði tað 7-0. Málini hjá KÍ skoraðu Páll A. Klettskarð (4), Bob Sumareh, Odmar Færø og Heini Vatnsdal.
KÍ hevur nú skorað 76 mál og tað er met í søgu felagsins.





































































