Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Stovnsrøkt í Skúvadali

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Leygardagin í vikuni sum fór, hevði eg gjørt eina avtalu við tyrludeildina hjá Atlantic um at seta okkum, meg og Árna Zachariassen, eystur á tyrlupallin sum Skótalið Nólsoyar Pálls hevur gjørt har eysturi.

Orsøkin til túrin var, at Árni Zacariassen hevur í eina tíð havt nøkur síl gangandi í ánni, sum rennur í gjøgnum trøðna úti í Grøv.

Ætlanin við teimum sílunum var at flyta tey til vøtnini eysturi á fjøllum. Árni hevur nevniliga í mong ár borið síl eystur. Hesaferð var talan um heldur størri síl og tí var umráðandi at fluttningurin gekk so skjótt fyri seg sum møguligt.

Hans Hjalti Skaale lá eisini fyri at fara eystur við SNP gestum og avtalað varð, at tey eisini kundu koma við.

Gestirnir hjá SNP vóru Lene Lindholm og pápi hennara Gert. SNP hevur í eitt langt áramál havt ein vinarbólk innan skótarnar í Danmark og Hans Hjalti Skaale sigur, at fyrstu ferð hann var á legu saman við hesum bólkinum, sum Lene var í, var í 1987 á stórari skótalegu á Sandi. Serstakliga hevur Lene havt áhuga fyri gulu skótunum í Klaksvík og var tí her og vitjaði í 2016, tá vit bygdu leguhúsið í Skúvadali upp av nýggjum.

Eftir at tyrlan hevði lent í Skúvadali, skundaðu vit okkum oman í “Skálanesáina” ella greinina av henni, ið rennur fram við SNP húsinum og sleptu sílunum, sum vit høvdu í eini tasku, leysum í ein lítlan hyl.

Her sluppu tey at koma fyri seg aftur eftir túrin í taskuni og í tyrluni.

Higartil gekk túrurin væl, sílini sóu út til at hava tað gott og vóru væl fyri.

Síðani var at fáa tey aftur í taskuna, so vit til gongu aftur og sleptu sílunum í eitt vatn, ella kanska meira eina tjørn har eysturi,

Tað gekk ótrúliga væl, tvey av teimum spentu avstað beinan vegin, imeðan tað eina brúkti eitt sindur meira tíð at koma fyri seg.

Orsøkin til at Árni vildi hava tey eystur nú var, at sílini eru stór og væl fyri, so væntandi fara tey at gýta í næstum.

Spennandi verður at síggja um nakað fer at koma burturúr. Neyvt verður óivað fylgt við.

Síðani fóru vit báðir við tráðuni.

Merkiliga lítið av fugli var at síggja, einar seks skúgvar sóu vit, nakað av villgás, eitt kjógvapar, nakað av smáfugli, men ótrúliga lítið av smáfugli. Nakrar harur sótu vit eisini. – Ein ungur lómur fleyt á einum vatni, helst ein ungi frá í ár, sum er væl undankomin.

Eystanfyri Syðratanga sóu vit íslendska uppisjóvarskipið Bjarna Ólafsson fara fullfermt til Kollafjarðar at landa.

Tá vit høvdu slept sílunum, fóru eg og Árni sum sagt við tráðuni, gestirnir hjá SNP fóru í húsið við Hans Hjalta sum leiðara.

Vit báðir royndu á trimum tjarnum og fingu einki har, men komnir á Vatnið við hólmanum bar til, eg var fastur á onkrum síli, sum eg misti og fekk eitt, sum eg slepti aftur, Árni fekk tvey, sum hann eisini slepti út aftur.

Gott hevði verið, um fólk, ið fara eystur við tráðu, sleptu sílunum út aftur, um tey eru væl fyri. Men sjálvandi, vilt tú smakka, so tak okkurt, men hugsa um serstakliga at lata tey smáu út aftur.

Harleywoodpaint