Um vit hyggja eftir málum, uppleggum og samanbera tey tølini við leiktíðina, so skara báðir álopsleikararnir hjá KÍ framúr í deildini.
KÍ hevur spælt 19 dystir og báðir álopsleikararnir Bob Sumareh og Páll A. Klettskarð hava skorað 14 mál, eitt færri enn toppskjúttin í deildini, Mikkdel Dahl úr HB.
Men hyggja vit eftir minuttunum, so skara teir báðir hjá KÍ framúr. Tí skaðar hava darvað hjá báðum áðrenn summarsteðgin í summum tíðarskeiðum og ofta hevur bara verið pláss fyri einum í 4-3-3 leikskipanini hjá KÍ. Í løtuni eru báðir tøkir og tí kann tað henda móti NSÍ fríggjakvøldið, at annar byrjar á bonkinum, um KÍ velur 4-3-3 leikskipanina. Í summum dystum hevur KÍ spælt 4-4-2 og í summum dystum hevur Páll spælt í øðrvísi leikluti.
Bob Sumareh hevur sambært FaroeSoccer spælt í 933 minuttir, meðan Páll A. Klettskarð hevur spælt í 972 minuttir. Ein leikari sum hevur spælt hvønn minutt (bara Jóannes K. Danielsen hjá KÍ) hevur spælt 1710 minuttir. Sí tøl niðanfyri.




