Feløg hava víst álopsleikaranum hjá KÍ áhuga síðstu tíðina.
Ein av mest eyðsýndu leikarunum í føroysku kappingini í ár hevur verið KÍ-álopsleikarin Bob Sumareh. Hann hevur sambært FaroeSoccer skorað 14 mál í 16 dystum, men bara í 1018 minuttum. 30 ára gamli leikarin úr Gambia hevur sáttmála við KÍ restina av kappingarárinum.
Áhugi er úr fleiri londum fyri at fáa Bob í sín hóp og Bob váttar fyri Norðlýsinum, at fleiri feløg hava síðstu tíðina havt áhuga í at keypt hann úr KÍ. Tað bleiv tó av ongum og nú er avgjørt, at Bob spælir við KÍ restina av kappingarárinum.
Bob vil ikki viðmerkja nakað um komandi ár, men sigur, at hann nú bara fokuserar uppá restina av kappingarárinum.
Útlendski áhugin og tað at KÍ ikki longu hevur gørt sáttmála við Bob fyri 2022 er helst eitt tekin um, at tað er stórur møguleiki fyri, at Bob ikki verður at síggja í føroyskum fótbólti í 2022.



