Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Handilshúsini úti í Klaksvík til heiður og æru

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í góðveðrinum í dag standa fólkini hjá Magna Jacobsen, málarameistari og mála, tjøra ella bræða vøkru og søguligu handilshølini Úti í Klaksvík, har Norðoya Fornminnasavn heldur til.

Tað er Norðoya Fornminnafelag, ið eigur hesi húsini, har sum sagt Norðoya Fornminnasavn heldur til.

Raksturin av húsinum ber landið og kommunan eftir eini ávísari lóggávu við einum lutfalli á 60/40 %. Tó hevur kommunan onkuntíð sett eitt sindur meira av, til ávísar verkætlanir, so sum í hesum føri at fáa prýtt um.

At húsini nú verða brædd, klæðir teimum væl, tí tey liggja á sjónligum stað og har koma nóg fólk á vitjan.

Í nevndini fyri Norðoya Fornminnafelag sita Helena Klein Sundsskarð, forkvinna, Katrin Næs, Heðin Johannesen, Hanus Poulsen og Jógvan E. Ósá, meðan Andras Sólstein er savnsvørður.