Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Aftur av Føroya Banka

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani kom Gudrun aftur av Føroya Banka. Teir hava roynt á Bankanum við gørnum eftir havtasku. Veiðan hendan túrin er um 12.000 pund. Jákup Absalonsen, skipari sigur, at tað hevur viðrað sera væl hjá teimum í summar. Vit skulu ikki klaga um fiskiskapin. Bestur hevur hann verið á Bankanum, men annars hevur fiskiskapurin eisini verið brúkiligur. Tó var prísurin sera lágur í vár, men nú hevur príslegan aftur verið nøktandi.