Njótið vøkru litirnar. Nú vit fingu enn ein so framúr vakran morgun, mátti eg útum at taka nakrar myndir. Onkur heldur helst at tær eru ov nógvar. Men í mínari verð kann eingin fáa nóg nógv av góða veðrinum.
Hetta man vera løgnasta summarið í mong, mong ár. Vit mistu so at siga mai, juni og stóran part av juli, men hava nú fingið aftur í ríkiligt mát, so nógv, at nú vit skrivað 11. september, sæst valla vatn í áunum her kring Klaksvík. Ikki var óvanligt at vit hesa tíðina stríddust við heyststormar. Nú í longri tíð hevur hvørki verið vindur ella avfall. Nú er at njóta dagin og vøkru heystlitirnar.





































































