Hann hevur verið sera sjónligur og hevur á ein fangandi hátt rúnarbundið føroyingum við sínum lætta sinni og sjónliga áhuga fyri matgerð. Nú hevur hann valt at takka fyri, sigur Gutti Winther á sínum Facebookvanga.
Høvusgrundgevingin er at Korona hevur rakt matgerðarvinnuna sera hart, og eisini í hansara virkið hevur hetta merkt seinasta árið. Tí velur hann nú, at gevast, hóast hann letur upp fyri, at han er tøkur til okkurt nýtt spennandi ævintýr.
Eisini vísur Gutti á, at eingin hjálp hevur verið at heinta frá hjálparpakkum, og tað hevur gjørt tað ómøguligt at hildið á.
Soleiðis skrivar Gutti sjálvur á Facebook:
Takk fyri meg
Eftir 12 ógloymandi ár og sanna matgleði, sløkki eg nú fyri katering.
Farsóttin og avleiðingarnar av henni hava rakt alla matgerðarvinnuna hart, og okkum, ið taka okkum av katering, eitt sindur ov hart.
Hóast onkrir glottar eru, eru avlýsingar enn gerandiskostur, og vit fáa ikki ein einasta mola ella ugga úr hjálparpakkunum.
Hendan tíðin hevur tømt spískamarið, hjallin og frystiboksina, her er einki eftir, og tí gevist eg, áðrenn hungurin stendur í durunum.
Hvørki orkan ella hugurin er til at byggja alt upp aftur av nýggjum. Tí er leigumálið fyri køkin sagt upp, starvsfólkini hava fingið boð, og tá hesir seinastu ordrarnir eru avgreiddir, gevist eg við katering virkseminum.
Men eg síggi bjart upp á framtíðina, og eri tøkur til nýggj spennandi ævintýr.



