Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jón Harald nýtt starv

Jóhann Lützen

Jón Harald Poulsen er settur í starv sum umsjónarfólk, har uppgávan verður at viðlíkahalda og røkja ognir, sum eru knýttar at mentanarøkinum. Nevnast kann vaksandi stadionøkið, sparkivallir og spælipláss í býnum, umframt skoytubreytina á biskupstorgi.

Jón Harald hevði sín fyrsta arbeiðsdag í kommununi 30. september í 1986. Hann hevur sostatt 35 ára royndir frá kommunalum arbeiði, har hann í høvuðsheitinum hevur verið knýttur at vegadeildini.

Jón Harald kemur framvegis at samstarva við starvsfólk á vegadeildini, men kemur at hava tilvísing til Eirik í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóra, sum varðar av hesum virkisøkjum.

Vit ynskja Jón Haraldi hjartaliga til lukku við nýggja starvinum og somuleiðis hjartaliga til lukku 35 ára starvsdegnum í morgin.  

Jón Harald byrjar í nýggja starvinum fríggjadagin 1. oktober.