Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ: Nú verður ársveitslan aftur

Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar aftur fyri ársveitslu, eftir at eingin veitsla var í fjør.Veitslan verður í Badmintonhøllini leygarkvøldið 30. oktober, og í løtuni fyrireikar ein bólkur veitsluna.

Vegna koronu var eingin ársveitsla í fjør, og tí spílar felagið seg veruliga út við eini rimmar veitslu í ár. Síðsta leygarkvøldið í oktober lata dyrnar til Badmintonhøllina upp fyri glaðum fólki í veitsluhýri, har eingin annar enn heimskendi, argjamaðurin, Tróndur Arge, býður vælkomin og leiðir borðhaldið, meðan Árni Müller og hansara Gepetto borðreiða við leskiligari matskrá við trimum rættum.

Undir borðhaldinum verða gestarøðari og undirhald, eins og ársins leikarar hjá kvinnum og monnum skulu heiðrast. Og tá øll eru mett og vælsett, ræður um at finna dansiskógvarnar fram, tí tá taka dansibólkurin, Fourmenn og DJ-Cool yvir og seta lív í dansigólvið.

Atgongumerki vera til keyps á heimasíðuni, www.atgongumerki.fo ,og sølan byrjar mánadagin 4. oktober. Seinasta freist at keypa atgongumerki er mikudagin 27. oktober kl. 18.00.

Meira verður at frætta seinni.