Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sera góður prísur á toski og hýsu

Jóhann Lützen

Stakkavík hevur góð 3000 pund á 33 stampum

Andru Poulsen skipari upplýsir at teir hava roynt norðanfyri. Teir fóru avstað um 19.00 tíðina ígjárkvøldi og teir landað nú um eina løtu hjá NFCS.

Tað er umleið helvt um helvt við toski og hýsu, sigur Andru. 

Prísurin er sera góður, á toskinum er miðalprísurin yvir 30 krónur og vit seldu annars fyri góðar 28 krónur ímeðal. 

Toskur 1 fór fyri 48,10 krónur/kg. Hýsa 2 fór fyri 30,80 krónur/kg