Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flott úrslit hjá U21-landsliðnum í Klaksvík

Jákup Ósá

Byrjanin hjá U21-landsliðnum í Klaksvík bleiv góð.

Tað endaði 1-1 í Klaksvík í EM-undankappingardystinum millum Føroyar-Norður-Makedónia. Føroyar komu á odda 1-0 við máli frá Andrass Johansen eftir deyðbóltsstøðu. Í seinna hálvleiki javnaði Norður-Makedónia við góðum máli.

Sum heild var talan um ein dyst við fáum málmøguleikum. Føroyska liðið var sera væl skipað og stóð einki aftanfyri Norður-Makedónia, sum síðstu undankapping endaði á 2. plássi við 18 stigum. 1-1 er sostatt eitt flott úrslit.

 

KÍ-leikararnir Børge Petersen og Jonn Johannessen spældu báðir frá byrjan. Jonn bleiv skiftur út í hálvleikinum, helst fyri at verja ansa eftir, nú hann nærum alt kappingarárið hevur drigist við skaða. Børge spældi allan dystin og var sannførandi í miðverjuni saman við Andrias Edmundsyni.

Harleywoodpaint