Býráðsfundurin, sum skuldi vera 21. oktober er fluttur eina viku fram.
Fundurin er fluttur orsaka av, at temafundur um fíggjarætlan skal avgreiðast, áðrenn fíggjarnevnd og býráð hava sínar regluligu fundir í oktober.
Siðvenja hevur eisini verið, at ongir fundir liggja í heystferiuni, tískil var temafundurin ikki á skrá fyrr enn í hesi vikuni.
Skráin fyri býráðsfundin, sum verður 28. oktober, verður tøk mikudagin seinnapart 27. oktober.
Regluligu býráðsfundirnir eru almennir. Til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.



