Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seyðasýningin fyri Borðoynna 2021 verður leygardagin

Tíðindaskriv

Leygardagin 6. november verður seyðasýningin fyri brundseyðir á Borðoynni.

Seyðasýningin verður hildin í seyðahúsinum á Strond hjá Strandarhaga, norðan fyri smoltstøðina hjá Bakkafrosti.

Húsið letur upp kl. 08.00, og sýningin byrjar kl. 10.00. Sýnsmenninir koma úr Eysturoynni.

Steyp verður latið til lamb nr. 1, 2 og 3, til besta veturgamla veðrin og til besta eldri veðrin. Eisini verður ferðasteyp latið til samanlagt besta haga.

 

Dagført 4. november: Seyðasýningin skuldi upprunaliga vera 30. oktober, men bleiv útsett eina viku. Nú er avgerð tikin um, at hon verður komandi leygardag 6. november.