Tey mongu málini hjá KÍ er deild út til heili 18 leikarar, sum helst er met í føroyskum fótbólti.
18: Páll A. Klettskarð
14: Bob Sumareh
13: Jóannes Bjartalíð
10: Árni Frederiksberg
5: Jasper Van Der Heyden og Jonn Johannessen
4: Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen, Claes kronberg og Odmar Færø
3: Boris Dosljak
2: Dávid Langgaard og Jóannes K. Danielsen
1: Dávid B. Andreasen, Daniel Bjørkman, Børge Petersen, Ivar S. Rønning og Deni Pavlovic
Tilsamans hava 18 leikarar skorað tey 98 málini hjá KÍ. Av útileikarunum, so eru tað bara tveir leikarar, ið ikki hava skorað umframt báðar málverjarnar. Útfrá tí sum vit hava kannað, so er tað met, at 18 ymiskir leikarar skorað í landskappingini sama ár.
Leygardagin kl. 14.00 spælir KÍ ársins síðsta landskappingardyst, tá KÍ spælir í Sarpugerði móti Víkingi.



