Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Navnakapping longd

Tíðindaskriv

Áhugin fyri at koma við uppskoti til navn til Mentanarhúsið hevur verið góður – takk fyri tað!

Stýrið valdi at leingja freistina fyri at senda uppskot inn til týsdagin 16. november 2021 kl. 12.00.

Hetta m.a. tí at ætlan var um at skipa fyri eini almennari kunning í Miðhøllini á Skúlatrøð um Mentanarhúsið. Men hevur koronustøðan tíverri ikki loyvt tí.

Freistin fyri at senda inn hugskot um navn til Mentanarhúsið er úti á miðdegi í morgin – 16. november 2021 kl. 12.00.

Síðani verður ein tilgongd við at velja besta hugskotið, sum stýrið fyri Mentanarhúsið ger.

Trýst her fyri at kunna teg nærri um navnakappingina.