Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjótlesing -11. og 12. november

Jóhann Lützen

Kom og lær teg at lesa skjótt | 11. og 12. november

Tað er ikki so lítið stressandi, at hava eina rúgvu, sum tú mást lesa…” Kom á skeið í skjótlesing. Longu fyrsta dagin skimmar tú 100 síður uppá 20 minuttir!

Hópar alt seg upp, sum tú burdi havt lisið?
Hevur tú eina rúgvu at lesa av nýggjum tilfari, vegleiðingum, uppgávum, kunning o.a.? Hópar tað seg bara upp?
Kom á skeið og lær teg teknikkin at lesa skjótt. Ikki so galið at kunna skimma 100 síður uppá 20 minuttir.

Jette H. Eirikstoft, Løgtingsins umboðsmaður
“Undirvísarin gjørdi skeiðið livandi. Eg lærdi m.a. at koma skjótari ígjøgnum stórar mongdir av teksti, sum ikki krevja nærlesing. Fínt skeið við góðum úrslitið”. 

Birgir Andreasen, Idé møblar
“Eg haldi at skeiðleiðarin livdi upp til allar mínar vónir. Aftaná skeiðið havi eg heilt víst fingið betri lesiførleika og av somu orsøk betri huga at lesa, sum var júst endamálið við at fara á hettar skeiðið”. 

Øll kláraðu at skimma 100 síður uppá 20 min. longu aftaná døgurða fyrsta dagin!
Hóast tú kanska ikki trýrt tí, so fert tú eisini at klára tað, tí tað var ikki bara tey, ið lósu rímiliga skjótt frammanundan, sum kláraðu tað. Freistin at tekna seg til skeiðið er 18. oktober.

Janus Rasmussen, Fakio
“Góð uppbygging frá ongum til fulla ferð. Serliga tankarnir aftanfyri hvat ger skjótlesing møguliga, og hvussu man venur tað, var sera gott”. 

Kann man skimma 100 síður uppá 20 min.?
Tað ljóðar sum tann rami gandur, men tað er tað ikki. Tað er teknikkur.
Á undanfarnu skeiðum hava øll forbetra sín lesiskjótleika, so tað veruliga munar.
 

Les skjótari, tekna teg HER!  ella ring 322355. Tú kanst eisini tekna teg á heimasíðuni hjá fyriskiparinum www.synergi.fo