Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Asfaltera í miðbýnum

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Tað var ikki gamalt at asfaltera á hávetri. Tá ið Landsverk var einasti stovnur, sum asfalteraði, var tað gjørt bert í summarmánaðunum.

Nú leggur Plan-Asfalt asfalt á stóra leiðingsveitina í miðbýnum, sum varð grivin upp fyrr í summar – Hetta fyri at kunna leggja sjóhitarør tvørturum miðbýarøkið við Sandin.

Hesi rørini skulu veita sjóhita til Føroya Tele, Mentanarhúsið og so annars leggjast heilt niðan til Klaksvíksvegin.

So tað er hugaligt, at arbeiðsárið gerst longri, eisini hjá teimum mongu asfaltfeløgunum, sum eru tøk runt um landið at kalla alt árið.