Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

MC grill letur upp aftur í Klaksvíksgarðinum

Oliver Joensen

Eftir at MC-Grillin hevur verið stongd í eina tíð, hevur Robin Saduquill gjørt av at lata grillina upp aftur. 

Í kvøld frá klokkan 18.00 verður aftur møguligt at fáa vælkenda grillmatin frá MC-Grill. Við Norðlýsið sigur Robin, at grillin verður opin hvønn dag frá klokkan 18.00 og til kl. 01.00.

Robin sigur, at hann ætlar ikki at vera í sama bygningi leingið afturat, tí hann hevur ætlanir um at byggja nýtt.

Robin biður okkum heilsa øllum viðskiftafólki og ynskir teimum vælkomnum aftur á gátt.