Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Seinnu hálvfinalurnar í kvøld – tvey koronaatlit

Hans Jacob á Líknargøtu

Í kvøld eru útsettu seinnu hálvfinalurnar á skránni.

Í Runavík bresta NSÍ og HB saman, meðan á Tórsvølli tekur B36 ímóti Víkingi. Hetta eru seinnu hálvfinalurnar eftir at fyrru hálvfinalunum, sum vóru leiktar 21. november, har HB og NSÌ leiktu javnt 2-2, meðan Víkingur vann 1-0 á B36 í Norðragøtu.

Tískil er tað sera spennandi undan dystunum í kvøld.

Tað sum kanska er merkisvert til hesar báðar dystirnar í kvøld, er at á almennu Facebook heimasíðunum hjá NSÌ og B36 eru tvey ymisk tilmæli. 

Hjá NSÍ stendur soleiðis: “Vit minna á at tað er neyðugt at vísa coronapass ella negativa test (ikki eldri enn 72 tímar) við dyrnar.”

Meðan hjá B36 stendur soleiðis: “Áheitan til áskoðararnar
B36 vil heita á allar áskoðarar til dystin ímillum B36 og Vikingur.fo, sum verður á Tórsvølli í dag kl. 18, um at taka koronaatlit.”

Dystirnir byrja báðir kl. 18.00

Harleywoodpaint