Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggjur jólasangur frá Ronnie

Jóhann Lützen

Jólini nærkast, og í tí sambandinum hevur Ronnie útgivið ein jólasang.

Nýggi jólasangurin kallast “Jólini Nærkast” og snýr seg m.a. um nøkur av teimum góðu, og minni góðu, tingunum við jólunum.

Sangurin er framleiddur av Julian Andreasen/Dori, sum eisini stóð fyri framleiðsluni av sangunum “Bygdafrell” og “Lívsins Leið”. Árni Andreasen syngur kór og hevur eisini ein forvitnisligan leiklut í sjálvum sanginum

Eitt tónleikasjónband er gjørt til sangin, og tað hevur Allan Korsager Davidsen tikið sær av.

Sangurin er at finna á Youtube og kemur seinni at kunna hoyrast á m.a. Spotify

 

 

Orð & lag: Ronnie Korsager Davidsen

Lagt til rættis: Julian Andreasen & Ronnie Korsager Davidsen

Framleitt og ljóðblandað: Dori Music / Julian Andreasen

Sangur: Ronnie Korsager Davidsen

Kór: Ronnie Korsager Davidsen & Árni Andreasen

Jólamaður: Árni Andreasen

Tónleikasjónband: Allan Korsager Davidsen