Tær báðar Jacquelin Gardar og Elsebeth Poulsen reka Tógvtorgið á Klaksvíksvegi 6
Vit hava havt opið í næstan tríggjar vikur nú sigur Jacquelin Gardar ein av eigarunum við Norðlýsið.
Vit hava nógv góð tilboð nú til jóla. Merkini vit hava heilsølu á eru Rauma og Hjertegarn og síðani ymiskt annað.
Øll eru vælkomin inn á gólvið, vit hava kaffi í kannuni og okkurt gott afturvið, sigur Jacquelin at enda við Norðlýsið






