Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ongin stórhøll á Strondum

Jóhann Lützen

Bólkurin, sum arbeiðir fyri stórhøll á Strondum hevur júst sent út tíðindaskriv har boða verður frá, at steðga verður við arbeiðinum, at fáa eina stórhøll á Strondum.

Tíðinaskrivið ljóðar soleiðis

 

Bólkurin skal hervið boða frá, at hann steðgar við arbeiðnum at fáa eina stórhøll á Strondum. Somuleiðis verður umsóknin um stuðul, sum er send løgtinginum, tikin aftur.

Orsøkin er, at stuðul nú er játtaður til stórhøll í Hoyvík. Tórshavnar Kommuna og danska fólkatingið hava játtað tilsamans 140 mió. kr. til verkætlanina í Hoyvík.

Høvuðsendamálið hjá bólkinum er at fáa eina stórhøll í Føroyum, sum kann hýsa altjóða landsdystum hjá føroyskum hondbólti. Við høllini í Hoyvík verður endamálið rokkið.

Bólkurin heldur, at hann hevur tænt sínum endamáli, tí arbeiðið hjá bólkinum hevur skundað undir tilgongdina at fáa eina stórhøll í Føroyum.

Við at bólkurin tekur sína umsókn aftur, er lættari hjá fíggjarnevndini hjá løgtinginum at játta neyðuga stuðulin til stórhøll í Hoyvík.

 

Vinarlig heilsa

Alexandur Johansen, Pól Jákup Poulsen, Hans Jákup Mikkelsen, Eivind Jacobsen