Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Samgonguslit? So be it!

Jóhann Lützen

Johan Dahl, hvørs politiska eftirmæli uttan iva fer at verða kókað niður í tey trý ensku orðini “so be it”, er til reiðar at slíta samgonguna uppá etiska málið um sammøður, ið kemur fyri á tingi í morgin. Hann hevur lokalfelagið í Suðurstreymoy aftanfyri seg, og tey heita á onnur sambandsfólk um at gera tað sama – eisini hóast tað kostar hesa samgonguna.

Hetta og meira afturat kom fram í útmeldingini frá Føroya Væl, ið varð send út til almenningin sunnudag seinnapart. Við at lesa yvirlýsingina ígjøgnum merkist ein týðiligur troyttleiki av Miðflokkinum koma til sjóndar. Føroya Væl vil ikki longur góðtaka, at Miðflokkurin hevur fingið lyfti frá móðurflokkinum um at fella andstøðuuppskot, sum aðrir partar av samgonguni ikki kunnu taka undir við.

Tað er ikki bara í málinum um sammøður, at Føroya Væl vil gera upp við dominansin hjá Miðflokkinum í samgonguni. Eisini tað, at einasti landsstýrismaður Miðfloksins gongur beint tvørturímóti almenna Coronapolitikkinum hjá Landsstýrinum, og harvið hjá Føroyum, er fallið lokalfelagnum í Suðurstreymoy fyri bróstið. Sambandsflokkurin og løgmaður hava higartil latið tað gingið, men nú hevur økisfelagið fingið nokk.

Í løtuni hevur Føroya Væl tvey umboð í samgongu; landsstýrismannin Kaj Leo Holm Johannesen og løgtingsmannin Johan Dahl. Báðir draga somu línu í hesum málinum og vilja hava andsstøðuuppskotið um sammøður samtykt. Men sum landsstýrismaður hevur Kaj Leo Holm Johannesen ikki atkvøðurætt á tingi, og eftir øllum at døma fer onki av teimum trimum varafólkunum at atkvøða fyri uppskotinum um sammøður. Hesi eru Edva Jacobsen, Jaspur Langgaard og Erhard Joensen.

Eyðdis Hartmann Niclasen er fyrsta varafólk aftaná hesi trý føstu, og hon hevði verið á Løgtingi nú, um Helgi Abrahamsen hevði víkt sætið, nú hann er varafólk fyri Edmund Joensen á Fólkatingi. Hetta hevur Helgi Abrahamsen tó valt ikki at gera, og eisini hetta verður hartað í yvirlýsingini frá Føroya Væl. Eyðdis Hartmann Niclasen luttók sjálv á fundinum hjá Føroya Væl, har hon varð boðin.

Fyrr hetta vikuskiftið hevur løgmaður verið úti og harmast, at Sambandsflokkurin nakrantíð gjørdi avtaluna við Miðflokkin (og Fólkaflokkinum) um, at tingfólk ikki verða fríttstillað í etiskum málum, sum tey annars altíð hava verið í meira enn 100-ára drúgvu søgu Sambandsfloksins. Men løgmaður viðurkennir, at borðið fangar.

Føroya Væl er í síni yvirlýsing ikki í iva um, at tann veruleiki, at tað er Miðflokkurin, ið slær tónan ann í samgonguni, bæði tá tað kemur til etisk mál, og tá tað kemur til at vera í andsøgn til almenna Coronapolitikkin hjá Føroyum, er høvuðsorsøkin og møguliga einasta orsøkin til vánaligu veljarakanningarnar hjá Sambandsflokkinum.

Nakað kann vera um hetta. Í veljarakanning í juni 2020 stóð Sambandsflokkurin bert til at missa eitt einstakt prosentstig. Men eftir at málið um javnstilling av samkyndum fall fyrru ferð, misti Sambandsflokkurin ein tingsess í veljarakanning eftir tað, og í heyst, eftir at tað hevur verið greitt, at Miðflokkurin sleppur at vera í andstøðu til almenna Coronapolitikkin, hevur Sambandsflokkurin í øllum veljarakanningum verið niðri á 5 tingfólkum. Talan er um heilar fýra kanningar, 24. august, 23. september, 8. november og hendan nýggjasta frá 4. desember.

 Málið um sammøður er á skrá í Løgtinginum í morgin, mánadagin 13. desember, kl. 13:00. Tó eru tvey onnur mál á skrá, áðrenn komið verður til tað málið.