At atkvøðugreiðslan um sammøður nú seinnapartin til 2. viðgerð púra óvæntað vísti 17 fyri og 16 ímóti, fór ein skelkur gjøgnum Løgtingið. Sum Norðlýsið skilir, er Miðflokkurin farin á fund úti í Tinganesi, og Sambandsflokkurin fundast somuleiðis. Høvuðspersónarnir eru tó farnir til hús.
Nú liggur øll samgongan í hondunum á fundandi pørtunum. Sambandsflokkurin er eins og Miðflokkurin farin á fund at umrøða støðuna, ið kann enda við, at landsstýrisflokkarnir fara hvør til sítt.
Enn er ein løgtingsviðgerð eftir, og dúgliga verður gitt um hana. Ein av teimum ógvusligu útmeldingunum um hana er, at møguleikin fyri, at bæði Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard siga landsstýrissessirnar frá sær og harvið senda bæði 2. og 3. varafólkini fyri flokkin úr Løgtinginum, taka sæti á tingi, atkvøða ímóti uppskotinum um sammøður, fáa tað felt, og fara síðani í Landsstýrið aftur. Hetta er púra óhoyrt, men tað sigur alt um, hvussu spent støðan er í løtuni.
Um hetta hendir, kunnu teir báðir ikki fara í Landsstýrið aftur, uttan at Annika Olsen kemur inn aftur á ting, og tá stendur andstøðuni frítt at gera sama stuntið umaftur. Hvørki samgongan ella Fólkaflokkurin kunnu liva við, at landsstýrismenninir fara úr Landsstýrinum og á ting fyri at forða varafólkunum í at atkvøða ferð eftir ferð
Høvuðspersónarnir í dag, t.e. tey, ið øll eygu hava verið vend ímóti, Johan Dahl og Annika Olsen, eru tó farin til hús og bíða møguliga eftir floksins dómi. Johan Dahl er valdur løgtingslimur og ikki varafólk sum Annika Olsen, so tað er avmarkað, hvat gerast kann við hann. Tó kann hann verða koyrdur úr flokkinum.
Tað hevur ikki eydnast at fáa orð á Miðflokkin í dag, men hinvegin hevur hann alla tíðina verið greiður um, at um uppskotið um sammøður verður samtykt, so er ongin samgonga longur. Uppskotið er samtykt við 2. viðgerð nú, men enn er ein viðgerð eftir, og spurningurin er, um Miðflokkurin longu í kvøld rýmir úr samgonguni, ella um hann heingir seg í vónina um, at Fólkaflokkurin tryggjar sær, at uppskotið fellur.



