Beint eftir 2. viðgerð av málinum um sammøður fóru samgonguflokkar á fund, og nú er sokallaða Lítla Samgonga farin á fund úti í Tinganesi.
Samgongan er í stórari kreppu, teirri størstu nakrantíð, eftir at bæði Johan Dahl og Annika Olsen atkvøddu fyri uppskotinum um broyting í barsilslógini.
Ein ógvuslig konsekvens, sum tó er vorðin nevnd, er, at Fólkaflokkurin ger bart. Møguleikin, ið er nevndur, er, at landsstýrisfólkini leggja landsstýrissessirnar frá sær, fara í Løgtingið og fella uppskotið um sammøður, atkvøða Samferðslupakkan ígjøgnum, møguliga eisini fíggjarlógina, men takkar so fyri seg.



