Flakatrolarin siglir heim.
Sjúrðarberg fór nýggjan túr 22. september og hevur roynt í russiskum sjógvi hendan túrin. Sjúrðarberg hevur 360 tons av flaki, tað mesta er toskur.
Sjúrðarberg væntast á Klaksvík fyrrapartin mikudagin. Væntandi verður farið nýggjan túr fyrst í januar.



