Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bitcoin-sjórænarin fer í land

Jóhann Lützen

Niklas Nikolajsen boðar frá, at hann gevst í spíssinum fyri Bitcoin Suisse, men heldur tó fram sum ráðgevi.

Tað er ein kensluborin Niklas Nikolajsen, sum í dag boðar frá, at hann leggur frá sær sum nevndarformaður og forseti fyri Bitcoin Suisse, sum hann sjálvur stovnaði fyri 10 árum síðani. Tað tók hálvt annað ár at fáa fyritøkuna upp at koyra, og í dag er fyritøkan tað, sum Niklas kallar “a crypto-financial powerhouse” við hundraðtals milliónum í umsetningi.

Fyritøkan er í góðum hondum, leggur Niklas eina við, nú vinur hansara Luzius Meisser tekur yvir frá 1. januar 2022. Meisser hevur sitið í nevndini síðani 2017 og varð einmælt valdur at taka yvir eftir Niklas. Fyritøkan hevur 290 starvsfólk.

Niklas Nikolajsen heldur fram sum “heiðursformaður”, ið merkir, at hann fær ein ráðgevandi leiklut í fyritøkuni, umframt at hann verður millum stóru partabrævaeigararnar. “Sjórænarin” (piraturin), sum Niklas nevnir seg sjálvan, letur róðrið frá sær og fer í land, men verður tó partur av “reiðarínum” á landi. Niklas viðurkennir tó, at seinastu árini hava verið alt annað enn løtt, og at hann hevur tørv á tíð til Meira privatlív, familju og vinir, ið hann viðurkennir ikki hava sæð so nógv til sín seinastu árini.

Niklas hevur eygleitt, at kryptogjaldoyra er við at blíva viðurkent millum annað, og tí er tíðin hjá honum sum pionéri av, og nú byrjar eitt nýtt tíðarskeið fyri seg. Men, sum hann sjálvur sigur, “This is not the end”.