Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mannasnildi

Oliver Joensen

Eftir Tove Ditlevsen ( Umsett: Ragnhild Sørensen) – Úr “HUGNALIG JÓL” 1982. Ragnhild gjørdi sjálv tekningarnar til søguna.

Eg hevði liva í 12 eydnurík ár uttan at vita annað um hitt kynið enn at tess umboð vóru ring at arga, andstyggilig og harðmælt, tá beiggi mín ein dagin kom úr skúlanum og tyktist sera ansaligur og álvarsamur. Hann blunkaði til mín aftan fyri bakið á mammu og fekk meg næstan at bresta av forvitni. Hann var 14 ára gamal, og tað var sera sjáldan, at hann setti seg so lágt sum at hirða mínum lítilleika áhuga. Tá mamma var farin út í køkin at vaska upp, harkaði hann álvarsamur og segði: “Tú kennir Gunnar, ha?” – “Jú,” svaraði eg fjákut.

Gunnar gekk í sama flokki sum hann og vitjaði okkum av og á. Hann var ein stórur, smæðin drongur, fullur av pirrum. Hann hevði ongantíð talað eitt orð til mín. Beiggi mín hugdi kroysturog stúrin at mær. Hann royndi at finna orð. So brast úr honum, og andlitið gjørdist sum sveitalivur: “Hann ætlar at fáa sær eina gentu, og eg havi lovað honum, at tú – sært tú – skuldi koma ein túr við honum – við okkum – sunnudagin.”

Eg stardi púra býtt at honum. Eg visti kanska, hvat tað var at hava drong, tað var ein, sum Guri systkinabarnið, hevði, og sum hon plagdi at sita við í einum króki og sleikja í andlitið. Skuldi tað verið stuttligt? Harafturat var tað bert fyri vaksin. Men nú var tað soleiðis, at beiggi mín var eins og orakul fyri meg, og av fjáltrinum og álvarseminum metti eg, at hetta var ein stór náði, mær var fyri. Eg royndi tí at møta hesum á virðiligan hátt. “Skalt tú so við sunnudagin?” spurdi eg, av tí at eg hevði ein veikan varhuga av, at fríggjarapør áttu at vera einsamøll. “Ja, sjálvandi.” segði hann øvundsjúkur, “hann er jú vinmaður mín, ha?”

Ikki fyrr enn dagin eftir, tá eg kom í skúla, skilti eg rættiliga, hvør týdningarmikil persónur eg var blivin. Eg fortaldi bæði her og der, at eg hevði fingið drong, og gekk arm í arm við vinkonunum í skúlagarðinum og helt, umgyrd av teirra áhuga, at  eg gjørdist meira og meira ásttikin í tí langa Gunnari. Loyndarmálini snurraðu. “Hevur hann mussa teg?”, teskaði besta vinkona mín Greta, og áðrenn eg visti av, stóð eg og roksaði um, hvussu væl hann dugdi at mussa. Eg var miðdepulin. Har var ein loyndarfullur ljómur um meg, sum skygdi á mínar øvundsjúku og háundrandi vinkonur. Eg skilti spakuliga, hvussu tekkiligt tað var at hava drong.

Men tá sunnudagurin kom, var eg als ikki so glað, sum tú skuldi væntað. Eg kendi meg tyngdan av tí ovurstóra, eg skuldi inn til. Eg visti, at fyri framman stóðu stórar avgerðir. Einaferð fór eg at giftast við honum og fáa børn – hetta var ikki spæl, –

Tíverri var tað ikki møguligt at fáa mammu at skilja, at eg mátti í tann nýggja kjólan og frakkan, vit høvdu keypt, og sum eg skuldi í á hvítusunnu. Eg mátti fara í skúlakjólan og frakkan, sum eg hevði arvað frá beiggja. EG greiddi og kembdi mítt stríggjuta, gula hár, so tað hekk sum ein strátekja um høvdið. Eg hugdi í speglið og helt, eg var ikki verri enn ilt. Men beiggi mín var ikki heilt nøgdur. “Nøsin er so reyð,” segði hann trútin “og tú hevur eitt hol á hælinum”. Tað var ikki nógv at gera við nøsina, men sokkin togaði eg longur niður í skógvarnar og krepti tærnar, so hann ikki skuldi glíða uppaftur. Á vegnum oman á Enghaveplássið hevði eg ætlað mær at spurt eitt sindur um hvussu tú bert teg at í einum tílíkum føri. Men beiggi mín gekk við longum fetum undan mær og var so tigandi og svinnur, sum hevði eg onkusvegna gjørt hann deyðiliga firtnan. Kanska var tað bara tí, at hann var bangin fyri at opinbera, hvussu púrt óvin

tandi og óroyndur hann var í tílíkum viðurskiftum.

Eg hvakk við, tá eg sá Gunnar. Hann stóð beint upp og niður við eitt træ og bíðaði, hendur í lumma.

Eg kendi hann næstan ikki aftur. Hann var kliptur og greiddur, og tað skygdi í andliti hansara av vatni og sápu. Hann hevði grønt turriklæði um hálsin, og tað flákraði í vindinum.Eg kendi at hjartað sló á ein nýggjan og ókendan hátt; tað var eisini so løgið, at hann hevði stásað seg so fyri mína skuld. Eg helt at hann sá næstan út sum ein vaksin, hann var bara eitt sindur smalri um herðarnar, men tað kundi vera konfirmatiónsjakkin. Og vit skuldu so heldur ikki giftast, fyrr enn eg var 18 ár. “Fett tær á”, teskaði beiggi ilskliga, tá vit skákaðu tvørtur um gøtuna, og í somu løtu hevði eg als ikki hug til at fara túr við Gunnari. Ja, satt at siga, so hevði eg bestan hugin til at turna til hús og penta saman eina romantiska ástarsøgu at fortelja í skúlanum mánadagin. Og so fara í song og droyma um mín lítla fjara barnavin, sum ikki skuldi standa undir einum træi á Enghaveplássi, ein drong av kjøti og blóði, sum spakuliga skuldi koma fram í hjarta mínum, enn í mong mong ár bert ein dreymur, sum var nóg mikil í sjálvum sær-.

 


“Hey.” Hann rætti mær hondina, kleimin og bleyt, og sum eitt skot rodnaðu vit upp um bæði oyru. Beiggi stóð og tritlaði, illa við. “Skulu vit so fara?” rópti hann á sínum steggjamáli og hesin merkiligi tríhjólingurin fór í gongd. Tað var kalt henda seinnapartin á vári, og vit skuldu vera aftur klokkan seks. Vit fóru oman Istedgøtu, sum eins og gav okkum fótafesti. Dreingirnir tosaðu um fótbólt og lærarar og frímerkju. Mín talaðu teir ikki til. Mín “fríggjari” rodnaði heilt upp um oyruni, hvørja ferð okkara eygu møttust. Einaferð bar hann við hondina á mær, og tað var so yndisligt, at eg als ikki keddi meg tað, sum eftir var av túrinum, hóast mínir kurteisligu fylgisneytar tyktust púrt at hava gloymt meg. “Nú hevur drongur mín nortið við meg,” Hugsaði eg og helt ikki eg hevði meira eydnu fyri neyðini í hesum lívinum. Men var tað eiggiligasta av øllum hugsanin um, hvussu øvundsjúkar vinkonurnar fóru at vera..

Hjá bommkonuni í Dannebrogsgøtu keyptu vit sleikisneisar fyri sunnudags fimmoyrað. Hesar vóru grøn súrepli koyrd niður í reytt sukur. Harafturat keypti Gunnar eitt petti av bendlalakressi, sum hann stakk niður í luman. Eg hugsaði eina løtu um, hvørjum hann mundi ætla hetta, og ein farri av øvundsjúku kom sum ein skuggi yvir henda vár sunnudagin. Eg segði tað fyri Gretu dagin etir, fyri eins og at sletta eitt sindur av iva í alla sæluna og vekja nýggjan áhuga um sakina. Klokkan seks stóðu vit aftur á Enghave, heldur køld um næsarnar, og søgdu farvæl. Aftur fekk eg eina kleimda hond og eitt varisligt eygnabrá um einar rodnandi dreingjakjálkar – so hólpaðu vit hvør til sítt.

Á sum tað var eiggiligt aftaná. Eg skilti ikki, hvussu eg hevði kunnað livað í 12 long, hugtung ár uttan at kenna kærleikan. Eg gekk sum í eini toku av eydnusælu. Eg fór undir at føra dagbók og skrivaði langar, glóðheitar kærleiksyrkingar. Ein av teimum byrjaði soleiðis: O, ediligi ævinnu riddari, hví hevur tú meg svikið? Tað man hava verið bendlalakressið, sum brann mær í hjarta.

Hvønn sunnudag gingu vit túr saman við beiggja; honum sluppu vit ikki undan eina einastu løtu. Eg rokni eisini við, at vit høvdu kent okkum sera illa við, um tað var komið til tað. Tó tóku vit okkum so frægt um reiggj, at vit kundu hyggja hvør at øðrum uttan at rodna, og onkuntíð talau vit hvør við annan um veðri- Sera stutt og sakliga. Hann kundi til dømis siga: “Tað er lýggjari í dag enn í gjár, heldur tú ikki, Tove?” Og so svaraði eg aftur: Jú, -“ og steintagdi.  Men innantanna gekk eg og smáprátaði við hann sum einki. Eg smíltist koksut og hugdi honu týandi í eyguni og segði tey mest yndisligu og hittinorðaðu tingini við hann. Í roynd og veru kundi eg havt bitið tunguna av mær, so býtt eg var. Einaferð segði eg í ráðaloysi. “Eg eigi eina stóra dukku, sum eitur Pætur.” Eg kundi havt tosað um hana í tímar, um berst minsti áhugin hevði verið. Men beiggi mín segði illur: “Á, tú og tínar dukkur,” – og sjálvt tann skikkiligi Gunnar hugdi forfardur at mær, sum hevði hann gloymt, at hann hevði vígt lív sítt til eina av hesum vanvirðisligu verunum, sum spæla við dukkur. Kanska var tað í veruleikanum hetta, sum fekk skriðuna at leypa.

Ein dagin eitt sindur út á summarið fylgdust beiggi mín og eg aftur úr skúlanum. Eg nýtti høvi til at geva honum eitt bræv til Gunnar, sum byrjaði soleiðis: “Mín einasti skattur,” – tí hetta var ein av teimum fáu málberingunum, hann ikki hevði nýtt á teim smáu skitnu atgongumerkjunum, sum um beiggja mín endaðu í mínum lítla væl  afturlæsta seymiskríni. Tí hóast vit sóust hvønn sunnudag, nýttu vit hetta millumlið. At givið hvørjum øðrum brøv eyðsýniliga, hevði verið púra óhugsandi. Tá vit møttust aftan á at hava skift tílíkar kærleiksváttanir sum: “Mín einasta elskaða, eg kann ikki liva uttan teg” – og “eg telji dagarnar, til tað aftur verður sunnudagur,” (tað vóru sum oftast ikki fleiri enn seks) hugdu vit av fjáltri enn meiri illviljandi hvør at øðrum, og hann, sum sá okkum ganga oman Istedgøtu – eg tvey fet aftaná dreingjunum – hevði minst grunað, at vit vóru ástarpar við triðjahjóli.

Men hendan dagin bar beiggi mín seg heilt løgið at. Hann líktist sær púra sum hann var hin minniliga dagin, tá hann á avgerandi hátt kom upp í mína lagnu. Bæði illfýsin og hátíðarligur, kanska eitt sindur angurbitin. “Tað er nakað, sum eg havi lovað, at eg skal siga við teg,” segði hann og kveitti foyur at mær. Longu tá hevði eg varhugan av, hvat tað fór at vera, og eg kendi kaldasveittan. Hann sparkaði ein stein og helt á við at renna millum høgru og vinstru síðu á vegnum, meðan hann royndi at raka hann. Ímillum spørkini segði hann: “Tað er frá Gunnari – hann vil ikki – longur – vera drongur tín,” – Eg steðgaði mitt á vegnum, meðan beiggi mín rann aftan á steininum. Eg sá hann minka burtur eins og og mín barnsliga eydnudreym, sum minkandi hvarv fyri mínum eygum. Í tí at hann segði orðini gjørdist hesin Gunnar tað mest elskaða, tað mest dragandi og eiggiligasta menniskja í verðini. Skuldi eg ongantíð aftur fáa loyvi til seinnapartin sunnudag at fylgjast við einum heilt vissum skúladreingi við pirrum á pannuni og einum grønum hálsaturriklæði flaksandi aftan á sær. Lívsins fyrsta “ongantíð aftur” var mær fyri. Tað æviga mista vónloysi kom mær á fyrsta sinni ímóti, og eg fekk so ilt av hesum, at tárini, uttan at eg kundi forða fyri tí, runnu oman eftir kjálkunum og gjørdu reinar rípur í mítt lítla, skitna andlit.

Tá  eg kom heim, segði beiggi mín: “Tú skalt einki leggja í tað, hann er triðjringastur í fimleiki í okkara flokki”. Tað hjálpti eitt sindur. At vera vánaligur í fimleiki var umleið tað versta, sum kundi sigast um ein drong. Tað var sum legðist ein láturverdur dámur um hann. Í ondini sá eg hann renna runt í fimleikarhøllini á longum, bleikum kálvaleggjum meðan lærarin háandi rópti á hann og vinmenninir gnisaðu. “Puff,” segði eg, meðan eg enn lippaði, “tað geri eg heldur ikki – eg vart eisini troytt av honum, so hevði hann ikki gjørt tað til einkis, so hevði eg sjálv gjørt tað.”  O, hesi orðini: Gjørt tað til einkis.” Har var ein glæma av søtum syrgispæli um tey, ein angi av vaksnum, eydnuleysum kærleika, sum mitt í sorgini fekk meg at njóta mína armóð, eins og tú nøtrandi sýgur eitt beiskt súrepli.

Um kvøldið biddaði eg eitt fimmoyra frá mammu og keypti køkumolar fyri tað. Tað var mær mikil uggi. Harafturat fekk eg av eini serligari náði loyvi til at vera leingi uppi – kanska hevði mamma eina kenslu av, at eg henda sorgtunga dagin trongdi til ein serligan ugga. Eg sat so við og við og kendi meg heilt væl og fór í huganum undir at skriva eina syrgiliga skaldsøgu um, tá mín fyrsti kærleiki kom í ein ódnarstorm og gekk burtur.

So hoyrdi eg beiggja mín siga: “Á mamma, kann eg ikki sleppa at lesa “Gøngehøvdingen” lidnan, tá eg eri farin í song?” “Nei, tað sleppur tú ikki,” segði mamma, “tú fert í song at sova og ikki at lesa”, Hann gjørdist bleikur av vónbroti. “Men mamma, hon er so spennandi beint nú, segði hann næstan við gráturødd. “Eg helt , at tú segði , at Gunnar hevði givið tær hana?” “Ja, for hundan”, segði hann illsliga, “tað hevði hann eisini, men nú vil hann hava hana aftur, tí, tí,” – hann stamaði og skeyt eyguni øgiliga at mær. Tá fekk eg illgruna um tann ræðuliga veruleikan. “Var tað tí, at tú fekst hana?” teskaði eg forfard. “Ná ja”, segði hann og var longu langt burtur í bókini.

Men hetta var mær ov mikið. Eg hvarv ljóðliga út í forstovuna og græt sárliga í gamla frakkan hjá pápa. Ongantíð, hvørki fyrr ella seinni er hent mær tílíkt mannminkandi. Keypt og seld fyri eitt skitið og kloddut eintak av “Gøngehøvdingen”. (Kanska hevði eg betri skilt tað, um tað hevði verið ein dukka.)

Eg fór í song einsamøll og full av beiskleika í mínum 12-ára gamla hjarta; men áðrenn eg sovnaði, uggaði eg meg við, at í morgin skuldi eg fara í holt við eina stóra og sundursmyldrandi skaldsøgu um mannasnildi.