Síggið eg út til at ræðast nakran – segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Degi og Viku herfyri, og í politiska rokinum beint undan jólum var sjón fyri søgn, at tað skal nógv til at fáa Elsebeth at sleppa sínum grundvirðum, tá hon saman við Jacob Vestergaard segði seg frá sum landsstýriskvinna og tók sæti aftur í løgtinginum og harvið gjørdi alt tað, sum stóð í hennara valdi til tess at halda givnu lyftini í samgonguni. Vit á Norðlýsinum vóru á gátt heima hjá henni nú á jólum at fáa eina viðmerking um aktuellu politisku støðuna og eitt afturlítandi prát um hesi bæði seinastu árini í landsstýrinum.
Millum norðoyingar er Elsebeth kend sum ein av okkara sterkastu og virknastu politikarum, har hon er eyðkend fyri sín eldhuga og íðinskap fyri teimum málum hon arbeiðir við, ikki minst fyri lokalsamfelagið her.
Vit á Norðlýsinum vóru sjálvsagt áhugað í at fáa eina viðmerking um ta aktuellu politisku støðuna, sum førdi til, at hon fór úr sínum starvi sum landsstýriskvinna, og eisini vildu vit hoyra, hvat er komið burturúr hesi bæði árini, hon hevur sitið í landsstýrinum, og serliga, hvat er hent í Norðurøkinum.
Avgerðin var røtt
– Eg eri púrasta sannførd um, at avgerðin var røtt, sum eg tók mánadagin, tá eg gjørdi alt tað, sum lá í mínari makt at fyribyrgja, at avtalur vórðu brotnar, og at lógin um sammøður bleiv samtykt.
Tað, at tú hevur fingið ein av hægstu sessum í landinum, betýðir ikki fyri meg, at míni grundvirðir koma í aðru rekkju, sigur ein avgjørd Elsebeth.
At so annar tinglimur í fólkaflokkinum velur at taka farloyvi í eina viku fyri síðani at tað sætið aftur, aftaná at lógin um sammøður er samtykt, er eitt annað mál, sum sjálvandi harmar meg stórliga. Eg gjørdi so tað ,eg var ment, fyri at halda orð.
Eg brenni veruliga fyri økinum
Samstundis dylur Elsebeth ikki fyri, at hon er hørm um at hava verið noydd til at siga frá sær eina so týðandi uppgávu og ábyrgd, sum tað er at vera landsstýriskvinna, sum hon hevur verið ómetaliga fegin um at hava fingið høvi at røkja.
Hendan tíðin, eg havi verið landsstýriskvinna í almannamálum, hevur verið ein spennandi tíð, har eg havi brúkt hvønn tann einasta ein dag til at fáa so nógv burturúr, sum yvirhøvur gjørligt. Og eg skal heldur ongantíð gloyma tey dugnaligu starvsfólkini, eg havi arbeitt saman við, og tann stuðul, sum samgongan og eisini oftani anstøðan eisini hevur givið mær í hesum tíðarskeiði.
Eg veruligan brenni fyri økinum
Sum lokalur miðil hevur Norðlýsið sjálvsagt serligan áhuga í teimum verkætlanum, sum eru serliga viðkomandi her í lokalsamfelagnum, og biðja tí Elsebeth greiða eitt sindur frá hesum.
Skálagarður eitt frambrot
Tá tað kemur til norðurøkið, so er heilt sikkurt, at Skálagarður er eitt stórt fet rætta vegin. Nýggi depilin, sum er fyrstur av sínum slag í Føroyum, kemur at veita eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða. Staðsetingin er á Stangavegi 53 í Klaksvík, og eg eri ómetaliga fegin um, at henda verkætlan eydnaðist.
Talan verður um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið. Íbúðirnar verða í ymsum støddum, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur.
Tað er heilt greitt, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er sera fegin um henda nýggja landsstovnin í Klaksvík, Skálagarður, har eini 30 starvsfólk fara at arbeiða.
Nýggj miðstøð fyri endur- og viðlíkahaldsvenjing
– Ein onnur verkætlan, sum er farin í gongd og longu eftir ætlan skal verða liðug í komandi summar, er ein nýggj miðstøð hjá Almannaverkinum, sum fer at halda til í fyrrverandi bygninginum hjá Klaksvíkar HF-skeiði við Klaksvíksveg.
Hesin bygningur verður í løtuni høvuðsumvældur og útbygdur til at hýsa endurvenjing og viðlíkahaldsvening, har 7-8 ergo- og fysioterapeutar fara at starvast. Økisdeildin hjá Almannaverkinum fer somuleiðis at flyta inn í bygningin, og eindarleiðararnir hjá Almannaverkinum fara at hava skrivstovur har.
Um tíðarætlanin heldur, verður klárt at flyta inn í komandi summar. Kann nevna, at við útbyggingini verður bygningurin 750 fermetrar, greiðir Elsebeth frá.
Fleiri aðrir nýggir landsstovnar
Hesi bæði árini, sum Elsebeth hevur havt evstu ábyrgd av almannamálum, hava fleiri aðrar verkætlanir við staðseting í Klaksvík, sæð dagsins ljós.
Jústabrekka 1 í Klaksvík er eitt av fyrstu tilboðum av sínum slagi og tí eitt satt nýbrot. Her fara 5 ung búfólk við menningartarni í aldrinum 18 til 25 ár væntandi at búgva komandi trý árini. Við miðvísari námsfrøði, sálarfrøði og stuðli skulu tey mennast og vegleiðast í gerandisdegnum. Sætta búeindin er til starvsfólk, so samanlagt 6 búeindir eru í húsinum.
Her havi eg sjálvandi hug at leggja afturat, at sjálvandi skal bústaðapakkin koma hesum fólkum tilgóðar, tá tíðin er komin, at tey skulu flyta í egnan bústað.
Virknishúsið í Mylnugøtu 12 í Klaksvík hevði móttøku í summar. Endamálið við hesum nýggja tilboði er at veita virknistænstu til fólk við autismu, ið hava tørv á einum meira vardum umhvørvi. Hetta er eitt fyrstafloks tilboð til gleði fyri bæði brúkaran og starvsfólk.
Eg kann eisini upplýsa, at ferð var komin á arbeiðið við at útbyggja Umlættingarheimið Dáan, so vónandi fer komandi landsstýrisfólk at taka tann tráðin uppaftur í sambandi við hesa verkætlan.
Bústaðapakkin og fleiri onnur mál
– Sjálvandi eru nógv onnur mál framd hesa tíðina. Úr rúgvuni kann eg nevna Bústaðapakkan, sum bleiv samtyktur 15. mars í ár, soleiðis at Bústaðir kann fara undir at byggja fyri hálva milliard kr kring alt landið.
Lógin um almannatrygd og tænastur bleiv einmælt samtykt í 2020. Og gongd er komin í at byggja fleiri heim í Havnini. Nýtt dagtilboð á Glyvrum fyri minnisveik, sum eru yngri enn 67 ár, lat upp á sumri í 2020. Dugni er styrkt Eysturoynni, Streymoynni og Norðoyggjum, og deild hjá Dugna hevur latið upp í Suðuroy.
Fólkapensjónistar fáa meira at liva av, og somuleiðis loysir tað seg nógv betur hjá fólkapensjónistum at arbeiða í dag í mun til áðrenn, at hendan samgongan tók við.
Lógin um dagpening vegna sjúku liggur í løtuni í landsstýrinum klár at bera niðan í løgtingið. Broytingin skal bøta um fíggjarligu umstøðurnar hjá langtíðarsjúkum, soleiðis at dagpeningur skal kunna veitast í 52 vikur og í ávísum førum eisini longri, ella við øðrum orðum til mann veit, um persónurin kann fara til arbeiðis aftur ella skal í aðra skipan. Somuleiðis fer broytingin eisini at fevna um stjórar í smærri fyritøkum, sum fara at fáa rætt til sjúkradagpengar.
Eg fari altíð at gera mítt besta
Hóast broyttar umstøður í politikkinum, so tykist tað ikki hava tikið mótið og áræðið frá Elsebeth.
Við seinasta løgtingsval fekk eg eina so dygga álitisváttan frá veljarunum, og eg fari so avgjørt at halda fram við at arbeiða miðvíst fyri teimum málum, sum eg og flokkurin standa fyri.
Eg fari altíð at gera mítt besta, og eg síggi fram til at halda fram við politiska arbeiðnum, har eg sjálvandi vóni, at verandi samgonga finnur saman, so vit kunnu halda fram at arbeiða fyri teimum mongu málum, sum vit hava sett okkum fyri at røkka, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Illoyalitetur kann ikki brúkast í nøkrum samanhangi
– Sum Jacob [Vestergaard] og eg boðaðu frá í tíðindaskrivi áðrenn jól, so er tað altavgerandi í øllum lívsins viðurskiftum, har samstarv er ímillum partar, at gjørdar avtalur verða hildnar. Verða avtalurnar ikki hildnar, er grundalagið fyri samstarvinum burtur. Soleiðis er eisini í politikki.
Vit síggja alt ov ofta, at persónlig áhugamál verða tikin framum áhugamálini hjá flokkunum og samgonguni.
Fyri okkum bæði var tað umráðandi, at vit gjørdu okkara til, at málið, sum hevur stóran týdning fyri nógvar av okkara veljarum, ikki bleiv samtykt. Fyri okkum hava grundvirðini størri týdning enn tað at sita í landsins hægstu størvum.
Vit høvdu onga ávirkan á, hvat onnur í flokkinum og samgonguni gjørdu. Hvat bleiv sagt hvar og nær, er óvikomandi, tá tað snýr seg um illoyalitet.
Tosið um valdsmisnýtslu er púra burturvið. Vit eru bæði vald á Føroya Løgting. Vit søgdu “valdið” í landsstýrinum frá okkum, og fóru í teir sessirnar í Løgtinginum, sum føroya fólk hevur valt okkum í.
Vit eru sannførd um, at vit gjørdu tað rætta. Vit gjørdu, sum sagt, alt tað, sum lá í okkara makt at forða fyri, at avtalur vóru brotnar og at lógin um sammøður varð samtykt, sigur ein avgjørd Elsebeth, sum leggur dent á, at egin áhugamál mugu ongantíð koma framum politiskar avtalur. Illoyalitetur kann ikki brúkast í nøkrum samanhangi.



