Árni Skaale er 55 ára gamal og býr í Klaksvík. Hann er giftur Halldis á Grønastøð og tey eiga tey trý børn. Árni er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og seinastu árini 22 árini, hevur hann verið stjóri á fyritøkuni Looknorth í Klaksvík.
Fólkaflokkurin hevur valt at innstilla Árna Skaale sum landsstýrismann í fiskvinnnumálum. Árni avloysir Jacob Vestergaard, sum segði sessin frá sær áðrenn jól.



