Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fake news á in.fo

Jóhann Lützen

Oddmar á Lakjuni, býráðslimur í Klaksvíkar kommunu avsannar tíðindini á in.fo um at hann kundi gerast landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Tað tykist sum miðilin in.fo hevur fingið ilt í afturpartin av Fólkaflokkinum. Árni Skaale varð innstillaður av Norðoya Fólkafloksfelag til landsstýrismann í fiskivinnumálum í gjárkvøldi og verður formliga settur í dag kl. 14 í Tinganesi. 

Í meðan vit á Norðlýsinum fingu eina samrøðu við Árna Skaale í gjárkvøldi, so fór miðilin in.fo í gongd við at skriva eina søgu um, at Oddmar á Lakjuni, sum er býráðslimur fyri fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð, hevði fingið kjansin at gerast landsstýrismaður, men at bæði Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og Beinir Johannesen mótmæltu. 

Henda søga varð skjótt avsannað av Oddmari sjálvum, sum skrivaði á sínum facebookvanga at: “Tað hevði verið spennandi at verið fiskimálaráðharri eina løtu…Men áðrenn hendan søgan fær bein at ganga á, vil eg bara avsannað tað ið Eirikur skrivar í hesari greinini.”

Greinin liggur framvegis á in.fo og kann illa tulkast øðrvísi enn, at høvundurin vil seta kílar í tingmanningina hjá Fólkaflokkinum.