Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya Bjór – við nýggjari burðardyggari kós

Jóhann Lützen

Minka CO2 útlát- við nýggjari uppfinning

 

Burðardygt Bjór og Brús.

Burðardygd hevur verið ein nátúrligur partur av DNA´num hjá Føroya Bjór síðani 1888  – Vit ansa altíð eftir at minimera alt spill í framleiðsluni, við endurnýtslu av fløskum, íløtum vm.

Tí er tað ikki nýtt fyri okkum, at arbeiða við heimsmálunum og burðardygd – vit stremba allatíðina eftir at blíva betur á hesum økinum.

 

Nýggj tøkni

Nú er spildurnýggj tøkni komin, har møguleiki er at endurvinna CO2 frá bjór framleiðsluni, sum verður endurnýtt til sodavatn.

Føroya Bjór undirskrivaði í Desembur 2021 eina avtalu um eitt anlegg av hesum slag, ið longu er installerað á Ørbæk og Svaneke Bryghus á Bornholm.

 

Stuttflutt Sodavatn og bjór

Nýggja tøknin ger, at nærum onki CO2 frá bjórframleiðsluni fer út í atmosferuna framyvir. Hettar verður alt endurvunnið og brúkt til sodavatnsframleiðsluna.

Við nýggju tøknini spara vit náttúruna og umhvørvið fyri CO2 .

Frá bryggjaríinum verður sagt, at hettar er ein tøknilig grøn menning, ið vit í nógv ár hava eftirlýst.

Hettar er ein partur av tí burðardyggu kós, ið vit hava sett okkum komandi árini, siga tey á Føroya Bjór.