Soleiðis skriva fleiri danskir miðlar í dag, nú freistin fyri at stilla upp til formanspostin var úti á miðnátt.
Nógv verður gitt um hvat verður av hennara politiska lívsleið, og flest øll høvdu væntað, at Danski Fólkaflokkurin fór at vera hennara nýggi flokkur. Fleiri av leiðandi persónunum í flokkinum, hava alment givið til kennar, at tey vilja hava Inger Støjberg til forkvinnu, og hevur flokkurin eisini gjørt nógv fyri at stuðlað henni í mun til rættarsakina, ið júst er enda.
Flestu danskir politiskir viðmerkjarar meta tó, at Inger Støjberg ikki fer at gevast við politikk, og at hetta ikki er hennara seinasti leikur. Ein av møguleikunum, ið hava verið nevndir, er at hon – eins og Lars Løkke – fer undir at stovna sín egna flokk. Her hevur verið róð framundir, at hon ætlar at fáa aðrar limir úr sínum gamla flokki Venstre, við sær í nýggja flokkin, og har hon eisini roynir millum annað at fáa Christian Thulesen Dahl, skjótt fyrrverandi formann í DF, og Peters Skaarup(DF) við sær í nýggja flokkin.
Tað hevur eisini verið umrøtt um fólkakæri Venstre politikkarin í europaparlamentinum, Søren Gade, fer at stilla upp fyri nýggja flokkin, um ætlanin verður gjørd til veruleika.
Inger Støjberg kom veruliga í andglettin, nú ríkisrættarmál var reist móti henni, í málinum um skeiva handfarðing av barnabrúðrum í henara tíð sum landsstýriskvinna. Tó hevur hon allatíð hildið fast við, at hon einki skeivt hevur gjørt, og at hon angrar einki, hóast hon bleiv dømd ein túr handan rimar.



