Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Steypakappingin: Mjølnir í Badmintonhøllini í kvøld

Jóhann Lützen

Kvinnurnar spæla móti KÍF og síðani verður innanhýsis dystur millum a og b liðið hjá monnunum

Tey sum hava áhuga í flogbólti kunnu gleða seg, tí í kvøld eru tveir dystir á skránni í Badmintonhøllini. Kvinnurnar leika móti KÍF og síðani verður innanhýsis dystur millum a og b liðið hjá monnunum.

Vinna kvinnurnar í kvøld móti KÍF, so eru tær klárar til hálvfinalurnar, ið eisini verða leiktar í klaksvík í februar mánaða

Hjá monnunum verður støðan sermerkt í kvøld. Tað eru mong mong ár síðan, at Mjølnir hevði tvey lið í steypakappingini, men uppdriftin er somikið sjónlig, at støða var tikin, at blaka ungu menninar fyri leyvurnar.

Báðir dystirnir síggjast beinleiðis á Rás1

 

Steypakappingin kvinnur

Mjølnir – KÍF byrjar kl. 19.00

 

Steypakappingin menn

Mjølnir a – Mjølnir b byrjar kl 20.30