Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Markus aftur av sera góðum túri

Jóhann Lützen

Rækjutrolarin Markus royndi í 23 dagar og fongurin var 1019 tons netto, ella 1088 tons brutto.

Teir fiska í vestur Grønlandi og hava landa í Nuuk. Teir byrjaðu af fiska 24. desember og landaðu 17. januar. Tað er Qajak Trawl sum eigur Markus. 

Tað eru nógvir føroyingar við Markus. Skiparin, 1. stýrimaður, 2 . stýrimaður, maskinstjórin, 1.meistari og 2. meistari eru føroyingar.