Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ógvuslig rúgva av seiði í Hvannasundi

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Eftir at Norðlýsið hevði fingið mynd frá Jacobinu, fór eg ein túr norður í Hvannasund at fregnast um torvuna. Jú, hetta sær løgið út, tí líka frá lendingini heimanfyri har Ritan leggur at og út ímóti har kirkjan stendur, var sera tjúkt av seiði at síggja inni við land.

Sundadreingir fiskaðu nakrar ímeðan vit stóðu har og Irdi Jacobsen, ið kom framvið har vit stóðu visti at siga, at seiðatorvan hevur staði inni í Sundinum í fleiri dagar.

Nú vit eru við tað eitt sindur løgna, so hoyra vit fyri tíðina frá útróðrarbátum, sum royna sunnanfyri um sera nógvan hemara á leiðini, tað sama sigur onkur av línubátunum.

Harleyfacadeacryl